140x140

Burturkast av elektriskum og elektroniskum tólum

Burturkast av elektriskum og elektroniskum tólum fevnir um allar lutir, tól og útgerð, sum brúka streym ella battarí. Eisini leidningar og løðarar hoyra til henda bólk.

Um elektrisk og elektronisk tól ikki verða skild frá vanligum húsarhaldsburturkasti,  kunnu tey elva til dálking. Tað hevur týdning, at vit øll hugsa okkum um, og skilja elektriskt og elektroniskt burturkast frá øðrum burturkasti.


Dømi um hesar vørur eru: 

  • Telefonir og fartelefonir
  • Lummateldur, iPod’ar og MP3’arar og myndatól
  • Tól og leikur við battaríum at løða
  • Skógvar við blinkandi sólum
  • Battarí og løðarar
  • Sjón- og útvørp
  • Play-station og joy-stikk 
  • Fløgu- og sjónbandaspælarar
  • Stereoanlegg
  • Teldur, telduskíggjar og teldumús
  • Kopimaskinur, telefax, skannarar og prentarar
  • Elektrisk amboð, t.d. borimaskinur
  • Brand- og roykalarmar
  • Hárturkarar
  • Hvirlur og pískarar
  • Kaffimaskinur og breyðristarar
  • Seymimaskinu
  • Dustsúgvarar
  • Lampur, lyktir og ljósketur
  • Talgild ur og termometur

 

Tá tú skilur elektrisk og elektroniskt burturkast, er tað av týdningi, at teldu- og sjónvarpsskíggjar eru heilir.

 

Gev gætur, at vanligar hvítvørur ikki eru við í hesum bólkinum. Komfýrar, turkitrumlur, vaskimaskinur o.l. skulu skijast sum jarn og metal.

 Smærri battarídrivin amboð, fartelefonir, fototól ella leiku og tilhoyrandi løðarar kunnu eisini koyrast í reyða posan (til serliga dálkandi burturkast). 


Skeiv burturbeining kann fáa avleiðingar

Stór nýtsla og skeiv burturbeining av elektriskum og elektriskum lutum kann vera ein kelda til dálking av umhvørvinum. Elektriskir og elektroniskir lutir innihalda fleiri tungmetal, m.a. kyksilvur, blýggj og kadmium, umframt flammutálmarar, PVC o.a. Lágorkuperur og ljósrør innihalda kyksilvur. Battarí kunnu innihalda m.a. blýggj, kadmium, nikkul. Øll hesi evni eru skaðilig fyri okkum og fyri umhvørvið. 

  

Um hetta merki á lutinum, skal luturin ikki beinast burtur sum elektriskt ella elektroniskt burturkast.

Um elektriskir og elektroniskir lutir ikki verða burturbeindir á rættan hátt kunnu dálkandi evni leka út í umhvørvið og dálka náttúruna og harvið eisini matvørur og fólk. Dálkingin kann hava skaðilig árin á livandi verur.

Kanningar, sum Umhvørvisstovan ger av dálkingarevnum í Føroyum, t.d. í djórum og  í umhvørvinum, vísa, at kemisk evni, sum eru í el-lutum, t.d. flammutálmarar, síggjast aftur í føroyska umhvørvinum. Les meira her. 

 

Soleiðis sleppur tú av við elektriskt og elektroniskt burturkast

Um tú býrt í IRF limakommunu:

  • Tú kanst seta elektroniskt burturkast á eitt bingjupláss, sí her hvørjum burturkasti títt bingjupláss tekur ímóti.
  • IRF heintar eisini elektroniskt burturkast eftir avtalu.
  • Virki kunnu lata burturkast inn á Brennistøðina á Hagaleiti.
  • Um tú ivast í hvussu tú skal skilja títt burturkast, so kanst tú ringja til IRF, tlf. 41 42 43.
     

Um tú býrt í Tórshavnar kommunu:

  • Elektriskt og elektroniskt burturkast kann latast inn á Endurnýtsluni á Hjalla (privatborgarar, virki og stovnar), Endurnýtsluni í Kollafirði (einans privatborgarar) og Endurnýtsluni í Nólsoy (einans privatborgarar).
  • Um tú ivast í hvussu tú skal skilja títt burturkast, so kanst tú ringja til Endurnýtsluna á Hjalla, tlf. 30 20 40.


Les meira

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

El og elektroniskt burturkast